Keypstreytir

Avgreiðsla:
Vøra verður send 2 ferðir um vikuna í samráð við Posta Heima - týsdag & tórsdag. Goymsluvøra verður send við Posta fyrsta týs- ella tórsdag sum bíleggingin er móttikin. Vørur við persónligum teksti á, vera latnar so skjótt, sum tær eru klárar. Navnavørur hava ymiska veitingartíð. Um tú keypir fleiri vørur sum hava ymiska veitingartíð, so verður øll vøran send saman við tí vøruni, sum hevur longst veitingartíð. Sum kundi kanst tú eisini velja at avheinta vøruna í Fornanum 15 í Sørvági.
Arbeiðstíðin hjá Posta má leggjast afturat veitingartíðini. 

 
Gjalding:
Gjaldast kann við hesum kortum á heimasíðuni:
eDankort, Dankort, Visa, Visa Electron, JCB, Mastercard og Mastro. 
 
Eisini kann gjaldast við bankaflyting 9181 - 168 21 31. Um tú velur at flyta upphæddina gjøgnum bankan, byrjar fjas.fo at framleiða tína vøru, tá ið inngjaldið er skrásett.

Prísur:
Allir prísir eru í DKK, íroknað MVG.
 
Postgjald:
Postgjaldið er 25 kr. Keypir tú fyri yvir 600 kr, verður vøran send ókeypis!
 
Við gávukorti verður vøran send ókeypis.
 
Iðranarrættindi/feilur við vøru:
Tú hevur 30 dagar frá tí, vøran er keypt at iðra títt keyp. Freistin verður at rokna frá tí degi, tú hevur móttikið bíleggingarváttanina. Fjas.fo skal tá hava vøruna senda aftur við postinum í sama standi og nøgd, sum tá tú keypti hana. Tú rindar fyri at senda vøruna aftur. So skjótt sum fjas.fo hevur móttikið vøruna í sama standi og mongd, sum tá ið hon varð keypt, rindar fjas.fo peningin, tó uttan postgjaldið, aftur á konto ella tú aðra vøru ístaðin.

Um feilur er við vøruni, verður vøran sjálvandi tikin aftur, og tú fært aðra vøru ístaðin!

 
Neyðugt er, at hjáleggja kvittan ella bíleggingarváttan.
 
Iðranarrættindi viðvíkjandi serframleiddum vørum:
Hevur tú bílagt vøru, sum skal serframleiðast til tín (t.e. vøra við navni á) góðtekur tú, at framleiðslan byrjar beinanvegin, t.v.s. innan tín 30 daga iðranarrættur er útgingin. Tú kanst ikki iðra keypið eftir bílegging.
 
Endursending:
Um tú iðrar títt keyp, so skal vøran sendast higar:
 
Fjas.fo
Debora Hjelm Nielsen
Í Fornanum 15
380 Sørvágur
  
Neyðugt er, at hjáleggja kvittan ella bíleggingarváttan.
 
 
Trygd:
Fyri at kunna keypa í fjas.fo er neyðugt at geva okkum persónligar upplýsingar, so sum navn, bústað, teldupost adressu, telefonnummar.
 
Fjas.fo verjir persónligu upplýsingarnar, sum okur fáa frá tær. Upplýsingarnar verða brúktar til at avgreiða títt keyp, og einki annað!
 
Upplýsingarnar verða ikki brúktar í sambandi við marknaðarføring!

Fjas.fo gevur ella selir ikki upplýsingarnar víðari til ein triðja part!

Allar upplýsingar um gjaldskort verða fluttur um netið í bronglaðum líki við SSL protokol. 

 
Cookies:
Tað er ein tøknilig fyritreyt, um keypast skal um telduna, at ávísar upplýsingar verða goymdar á tíni teldu. Hetta verður nevnt ”cookie”. Tað vil siga, at síðan kennir teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna aftur.
 

 

Forritað og sniðgivið hevur Appnet Copyright (c) 2008 Fjas.fo Øll rættindi ognað